Blatter ætlar sær frá

FIFA formaðurin fer ikki at stilla uppaftur, tá ið valskeiðið verður runnið í 2006

FÓTBÓLTSPOLITIKKUR

Um fýra ár skal altjóða fótbóltssamgongan FIFA hava nýggjan formann. Tað er greitt, eftir at nógv umrøddi og ikki altíð væl umtókti FIFA bossurin, Sepp Blatter, í samrøðu við eingilska tíðarritið Sport Businesss International hevur sagt, at hann ikki ætlar sær at stilla uppaftur, tá annað formansskeiðið hjá honum verður lokið í 2006.
? Tá verði eg 70 ára gamalur, og tí ætli eg mær ikki at halda fram, sigur Sepp Blatter, sum var aðalskrivari í FIFA, áðrenn hann gjørdist formansvalevni og vann á UEFA formanninum, svianum Lennart Johansson.
Nógvur turbolensur hevur verið kring Blatter, sum hevur verið ákærdur fyri vánaliga fíggjarliga stýring. Tað sigst hava havt við sær, at FIFA hevur mist fleiri milliardir.
Á aðalfundinum, sum FIFA hevði í Japan í sambandi við HM endaspælið í summar, varð roynt at koppa formannin. FSF tók undir við royndini, sum UEFA skipaði fyri. Hon gekk út upp á at velja ein afrikanskan formann í staðin fyri Blatter, sum kortini varð afturvaldur. Nú tykist vera greitt, at ein nýggjur FIFA formaður skal veljast í 2006.