Blatter stillar ikki upp aftur

Tað staðfestir FIFA í tíðindaskrivi

29. mei varð umstríddi Sepp Blatter afturvaldur sum FIFA-forseti. Men longu fýra dagar aftaná legði hann frá sær vegna mongu muturákærurnar, ið hann og altjóða fótbóltssamgongan hava sitandi á sær. Óvist er, hvør tekur yvir sum forseti í FIFA.

 

Seinastu dagarnar hava leysasøgur gingið um, at Blatter møguliga vil halda fram sum forseti. Serliga eru tað afrikansku og asiatisku londini, ið Blatter hevur tætt og gott samstarv við, sum hava ynskt hetta. Men hetta kemur altso ikki at henda. Tað staðfestir FIFA í tíðindaskrivi, sambært danska TV3sport.

 

Sambært BBC væntar FIFA, at finna nýggja forsetan í desember í ár. Tískil gongur sum minst eitt hálvt ár, áðrenn væntast kann, at ruddað verður upp í mutureitraðu, altjóða fótbóltssamgonguni.