Fyrrverandi fótbóltsbossarnir Sepp Blatter og Michel Platini eru báðir fríkendir í máli um eina illgrunasama peningaflytin í 2011. Tað skrivar tíðindastovurnar dpa og Reuters. Dómurin fall í dag í einum sveisiskum dómstóli í Bellinzona.
Ákærumyndugleikin fekk harvið ikki sín vilja, tá tey frammaundan vóru farin eftir einum treytaðum dómi upp á 20 mánaðir fongsul til Blatter og Platini. Fifa kravdi í soma máli at fáa pengarnar aftur.
##med2##
Platini og Blatter vóru ákærdir fyri mutur í sambandi við eina peningaflyting í 2011 frá Altjóða Fótbótlssambandinum Fifa til Platini upp á tvær milliónir sveisarfrankar, umleið 15 milliónir krónur.
Tá stóð Blatter á odda fyri Fifa, meðan Platini var formaður í Evropiska Fótbóltssambandinum, Uefa.
/ritzau/












