Fyrrverandi forsetin í FIFA, Sepp Blatter, og fyrrverandi forsetin í UEFA, Michel Platini, eru báðir ákærdir av rættinum í Sveis, fyri svik. Tað skrivar millum annað AP tíðindastovan.
Tað eru seks ár síðani, at FIFA-gølan rullaði og bæði Sepp Blatter og Michel Platini blivu burturvístir frá øll fótbólti, tí Sepp Blatter í 2011 hevði góðkent eina viðbót upp á sjey milliónir krónur til Michel Platini fyri arbeiði aftur í tíð. Hetta fyri at verða ráðgevi í tíðarskeiðnum 1998 til 2002.
Hetta kostaði báðum sessin og burturvísing frá øllum fótbólti. Báðir avsanna, at talan er um svik. Teir halda fast í søguni um, at teir høvdu eina munnliga avtalu um viðbótina frá 1998.
Nú hevur rætturin í Sveis ákært 85 ár gamla Sepp Blatter og 65 ára gamla Michel Platini fyri svik. Teir skulu tí møta í rættinum ákærdir fyri svik við pengum hjá FIFA og dokumentfalsan.