Tað er ongin loyna, at altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, leingi hevur havt stórar trupulleiki við at varðveita eitt virðiligt trúvirði fyri almenninginum. Seinastu tíðina eru fleiri av múgvandi monnunum í FIFA handtiknir og loystir úr starvi, og nú er líkt til, at kanska tann mest umstríddi av teimum øllum, Sepp Blatter, stendur fyri skoti.
Í februar í komandi ári verður forsetaval hjá FIFA, men eftir ætlan skuldi Sepp Blatter sita sum forseti inn til ta tíð. Tað sleppur hann kortini ikki, vilja fleiri evropeiskir miðlar vera við. Ein av hesum miðlum er BBC, ið skrivar, at Blatter verður suspenderaður komandi 90 dagarnar. Hetta hevur etiska nevndin hjá FIFA avgjørt.
FIFA hevur tó ikki váttað pástandin.