Í dag kemur tónleikaútgávan Blandað Drops alment út sum fløga og á Spotify.
Hetta er útgáva, har børn í Vágs skúla syngja nýggjar sangir. Fleiri av okkara kendu tónleikarum spæla á fløguni, og á eina lagnum syngja øll tey á leið 200 børnini í Vágs skúla við. Hini løgini syngja børn í miðdeildini í Vágs skúla.
Og í dag fara næmingar í miðdeildini í Vágs skúla at hava útgávukonsert uttanfyri handilin hjá Tutl á Káta Horninum í Havn. Klokkan 15 í dag syngja tey sangir av fløguni Blandað Drops - børn í Vágs skúla syngja.
Ovara myndin er tikin í Vági í gjár, har næmingarnir høvdu eina undanútgávukonsert.
##med2##