Blandaðir tónar í bygd og í bý

Fólkatónleikarstevnan ?98 heldur fram umborð á Høganesi og í Atlantis Bio í dag, áðrenn farið verður til Havnar leygardagin og sunnudagin. Í kvøld vitja tveir av royndastu vísusangarunum, við rót í Klaksvík, heimstaðin.

Í kvøld kl. 20.00, fara fólkatónleikarar at spæla umborð á Høganesi í Runavík. Tey, ið spæla, eru Kim Thomas Sivertsen, Kasper Søeborg, Spælimenninir, Niels Midjord, Hans Jacob Hansen og Enekk


Eisini í Klaksvík

Í Atlantis Bio fara Jógvan A. Joensen, Rupert Derben, Larus, Jakobina & Co. og Hanus G. Johansen á pallin kl 22:00.


Blandað

Um báðar konsertirnar má sigast, at talan er um sera blandaðan tónleik.

Kim T. Sivertsen úr Oslo syngur blueskendar vísur og gamlar skillingsvísur.

Kasper Søeborg er danskur klassiskur guitarleikari, ið pælir egin løg, har hann á persónligan hátt smansjóðar ymisk tónleikasløg.

Niels Midjord ber fram skemtiligar og álvarsligar vísur, umframt at hann syngur kingoløg a cappela.

Hans Jacob Hansen syngur egnar vísur og spælir undir á harmoniku.

Enekk fara m.a. at syngja gomul barnaskjaldur innan av Skálafjørðinum.


Vitja heimstaðin

Skráin í Klaksvík er merkt av fólkatónleikinum, sum vit vanliga kenna hann.

Tveir av royndastu vísusangarunum, ið hava rót í Klaksvík, vitja heimstaðin. Hanus Johansen og Jógvan A. Joensen spæla og syngja vísur og spæla undir á guitar. Teir hava hvør í sínum lag royndir á palli, men teir hava eisini framført saman. Hanus setir løg til føroyskar yrkingar, men eisini yrkingar av útlendskum uppruna. Jógvan Andrias syngur egnar vísur, men hevur eisini sett løg til yrkingar hjá øðrum.

Larus og Jakobina og Co. eru føroyskir bólkar, mannaðir við royndum føroyskum tónleikarum. Larus: Pauli Hansen, Lív Dam og Heri Kragesteen. Jakobina og Co. er Jakobina Tórstún og tónleikarar. Talan er um føroyskar og útlendskar vísur.

Rupert Derben er týskari og bóndi í Noregi. Hann syngur vísur um bóndalív, antin einsamallur, ella saman við øðrum.


Til Havnar leygardag og sunnudag

Stevnan byrjaði í gjár, hósdagin, úti í Fugloy.

Stevnan endar í Havn. Konsert verður í Havnar kirkju kl. 11:30 leygardagin. Kasper Søeborg spælir guitar og teir tríggir Kári Sverrisson, Niels Midjord og Hans J. Hansen syngja kingo.


Punktum

Í Norðurlandahúsinum verður byrjað leygardagin kl 16:00. Á Pallin fara Kim T., Sivertsen, Kasper Søeborg, Spælimenninir, Niels Midjord, Hans J. Hansen og Enekk.

Kl. 19:30 fara á sama pall Jógvan A. Joensen, Rupert Derben, Larus, Jakobina & Co. og Hanus G. Johansen.

Endaligt punktum setir danski guitarleikarin Kasper Søeborg

við konsert í Norðurlandahúsinum sunnudagin kl. 16:00.