Løgreglan hevur havt nógv at gera hetta síðsta samdøgurið, men talan hevur í mesta mun verið um smærri, men ymiskar, uppgávur av ymsum slagi.
Í gjáramorgun varð ein maður tikin inn á eini deild hjá Rúsdrekkasøluni. Hann var farin inn at keypa sær ein dropa, men han var sjónliga ávirkar, so tey vildu ikki lata hann fáa at keypa. Tað skilti hann púra einki av, og varð so ómøguligur, at ringt var eftir løgregluni. Hann flættaðist heldur ikki við hjá løgregluni og tískil varð hann handtikin og lagdur á politistøðina at sova rúsin av sær.
Tvær ferðir í gjár hendur ferðsluóhapp tí ein bilførari ikki helt víkiskylduna, fyrru ferð var í eini rundkoyring og aðru ferð var á einum krossvegi. Í báðum førum fingu bilarnir skaða, men eingin fólkaskaði var og tað kostar bilførarunum eina bót og eitt klipp í koyrikortið.
Í nátt kannaði løgreglan eisini ein bil, tí illgruni var um, a trúsevni vóru í bilinum. Tað var tað ikki, men eitt av fólkunum í bilinum tók løgregluni tað so illa upp, at løgreglan fekk longutong. Og sostatt fær viðkomandi ein nakrar hundraðkrónuseðlar í bót fyri at bróta politiviðtøkurnar.
Ein bilførari varð tikin fyri rúsdrekkakoyring og ein maður fær bót fyri at bróta politiviðtøkurnar fyri at stilla seg at pissa á alfaravegi. Annars sigur løgreglan, at tey hava hjálpt nógvum fólkum, sum vóru so drukkin, at tey ikki kláraðu seg sjálvi.