Blandaðar kenslur hjá landsliðsvenjaranum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr landsliðsvenjaran, Lars Olsen taka samanum dystin ímóti Sveis

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, har Tróndur Arge frá Miðlahúsinum/Rás2 og landsliðsvenjarin, Lars Olsen tóku samanum avrikið ímóti Sveis, og føroyska landsliðsavrikið annars í hesum árinum.

 

Á minussíðuni heldur Lars Olsen, at føroysku spælararnir runnu ov nógvar metrar uttan at tað gav nakað. Á plusssíðuni heldur Lars Olsen, at føroyska liðið gjørdi ein góðan figur, og møtti upp við tí rætta hugburðinum til dystin í Luzern í kvøld. 

 

Lars Olsen stendur samanlagt við einari góðari kenslu nú landsliðsárið er farið afturum, og hann heldur eisini, at føroysku leikararnir standa við einari góðari kenslu aftaná eitt góðkent landsliðsár. Lars Olsen heldur eisini, at føroysku áskoðararnir og fjeppararnir eru fegnir um, at liðið roynir at spæla góðan og jaligan fótbólt.