Føroyingar tíma og duga ikki nóg væl at brúka sínar egnu rávørur, og tað merkir, at hvørt ár verður nógvur matur burturbeindur, ið annars er góður og bíligur. Tað er serliga innan seyðaslaktið, at vit blaka rávøru burtur – rávøru sum vit síðani fara í handlarnar at keypa frá útlondunum.
Eitt nú eru seyðarhøvd, livur, nýru og hjørtu rávørur, sum nógvir føroyingar burturbeina aftan á slaktið.
Richa B. Richardsdóttir úr Havn er útlærd føðsluatstøðingur og hevur í meir enn 25 ár verið bóndakona. Í sambandi við Umhvørvisvikuna, sum var í farnu viku, helt hon fyrilestur um føroyskar rávørur, avroð og partar av slaktinum, ið verða burturbeindir.
- Eg haldi ikki, at tað gevur meining, at vit brenna tað, sum vit sjálvi hava her í landinum, og so velja at innflyta júst somu rávørur. Avroð eru nógvastaðni delikatessumatur, men vit duga ikki nóg væl at brúka avroð og gera lekrar, annarleiðis rættir við teimum. Læra vit tað, so sleppa vit undan at innflyta hesar vørurnar, brúka okkara egna tilfeingið og spara pening, sigur Richa B. Richardsdóttir.
- Rákið er soleiðis, at meir og meir verður burturbeint, og møguliga verður tað um fá ár vanligt, at vit bara eta tjógvini, meðan alt hitt verður blakað burtur. Hendir tað, er talan um matoysl av ringasta slag, og tað eigur avgjørt ikki at fara fram, sigur Richa B. Richardsdóttir, sum stúrir fyri, at føroyingar ikki bert blaka góðan mat burtur men í seinasta enda eisini mentanina.
- Tað er ikki bara góður matur, sum fer til spillis, men eisini dýrabar mentan, og tað, haldi eg, er ógvuliga harmiligt, sigur Richa B. Richardsdóttir.
Les alla samrøðuna við Richu B. Richardsdóttir í Sosialinum í dag.










