Blaka limir í Føroya Arbeiðarafelag til hús

Arbeiðsgevarar í Føroyum eru farnir at gera sær dælt av úrskurði í altjóða dómstólinum. Men hesum ávarar Ingeborg Vinther staðiliga ímóti, tí hon sigur, at ongin ivi er um, at móttiltøk verða sett í verk

Arbeiðsmarknaður
 

- Hetta er heilt avgjørt ein spurningur, sum ikki sleppur at fara fara afturvið borðinum. 
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at føroyskir arbeiðsgevarar eru so smátt farnir at gera sær dælt av einum dóm í altjóða dómstólinum í Strasbourg.
- Vit hava ítøkilig dømi um onkran arbeiðsgevara, sum beinleiðis hevur noktað at taka fólk í arbeiði, sum eru limir í tí lokala arbeiðarafelagnum.
Samstundis hevur sami arbeiðsgevari gjørt púra greitt, at limir í arbeiðarafelagnum, sum eru á hansara arbeiðsplássi, verða koyrdir til hús.
Um hetta hevur ávirkað lønina hjá arbeiðsfólkinum, veit hon ikki enn.
Ingeborg Vinther vil ikki avdúka, hvør arbeiðsgevarin er, men hon sigur, at talan er um ein minni arbeiðsgevara.
Hon sigur, at fyribils, at tey vita bara um hetta eina, ítøkiliga dømi, men hon hevur frænir av, at fleiri arbeiðsgevarar eru farnir at ressast og tí ver vandi fyri, at fleiri fara at royna at fáa sær ein fyrimun av dóminum í Strasburg.
Men talan er bara um teir smáu arbeiðsgevarnar, men á teimum stóru arbeiðsplássunum er friður.
 
Úrvalsavtalur ólógligar
Herfyri kom altjóða mannarættindadómstólurin í Strasburg til ta niðurstøðu, at tað var ólógligt at krevja at løntakarar skuldi vera limir í ávísum fakfelag.
Sostatt er niðurstøðan, at tær úrvalsavtalur, sum eru heilt vanligar á arbeiðsmarknaðinum, eru ólógligar.
Eisini í Føroyum eru úrvalssáttmálar vanligir á privata arbeiðsmarknaðinum.
Í hesum sambandi binda arbeiðsgevarar seg til bara at hava limir í ávísum fakfeløgum í starvi. Samstundis binda limirnir í teimum ymsu arbeiðarafeløgunum seg bara til at arbeiða hjá limum í góðkendum Arbeiðsgevarafelag.
Men nú er altjóða dómstólurin í Strasburg komin til a niðurstøðu, at slíkar avtalur eru ólógligar.
Hetta hevur sent ein skelk ígjøgnum altjóða arbeiðsmarknaðin.
Tað hevur tað eisini gjørt á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Og nú váttar Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag eisini at tað eru longu einstakir arbeiðsgevarar, sum eru farnir at gera sær dælt av hesum.
 
Ávarar arbeiðsgevarar
Sostatt hava avleiðingarnar av dóminum í Strasburg eisini rakt føroyska arbeiðsmarknaðin.
Men hetta er ein gongd, sum forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag staðiliga ávarar ímóti.
Ingeborg Vinther sigur, at ætlanin er, at arbeiðarafeløgini skulu hittast at viðgerða spurningin. Samstundis fara tey at viðgera, hvussu tey skulu fyrihalda seg til málið. Og ikki minst skulu tey viðgera, hvørji móttiltøk skulu setast í verk.
Tí at móttiltøk verða sett í verk, er ongin ivi um.
­Hetta er heilt avgjørt eitt mál, sum vit taka í allarstørsta álvara, leggur hon dent á.
Hetta er sostatt eisini eitt mál, sum tey føroysku fakfeløgini ikki undir nøkrum umstøðum fara at lata fara afturvið borðinum ella at góðtaka.
Ì hesum døminum um arbeiðsgevaran, sum noktar arbeiðsfólkinum at verða limir í fakfelag, er talan um arbeiðsfólk, sum fegin vilja verða limir.
­ - Men tað sleppa tey ikki og sostatt missa tey bæði eftirløn, lívstrygging og aðrar ágóðar og trygdir, sum fakfelagið kann veita teimum.
Hetta er tí eitt mál, sum vit ikki fara sleppa.
Ingeborg Vinther sigur, at í øllum førum fer Føroya Arbeiðarafelag at ávara øll arbeiðsfólk ímóti arbeiðsgevrum, sum ikki vilja hava fakfelagslimir í arbeiði.
Tað merkir so eisini, at nøvnini á teimum fara at verða almannakunngjørd.
Samstundis kann tað als ikki útihýsat, at onnur arbeiðspláss, har fakfelagslimir arbeiða, fara at nokta at hava nakað sum helst við arbeiðsgevarar at gera, sum ikki vilja hava fakfelagslimir í arbeiði.
Tað kann so aftur merkja, at slíkir arbeiðsgevarar verða blokeraðir og at teir sostatt ikki fara at fáa nakrar tænastur frá veitarum, sum hava fakfelagslimir í arbeiði.
- Eg veit ikki, hvørji stig verða  tikin, tí arbeiðarafeløgini hava ikki tosað saman enn.
- Men vil ongin hava nakað sum helst við slíkar arbeiðsgevarar at gera, er tað væl skilligt, sigur Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at hon dugir ikki at síggja, hvat arbeiðsgevarar fáa burturúr at kroysta arbeiðsfólkið úr fakfeløgunum.
- Tað rakar aftur á teir sjálvar, tí arbeiðsfólk, sum ikki eru limir í einum fakfelag, hava heldur ongar skyldur mótvegis arbeiðsgevararnum og tað ger eisini hanasara støðu ótrygga sum veitari av ymsum slagi, leggur hon afturat.