Robin Cook skrivar hetta í nýggju bók síni, "Point of Departure".
Hann skrivar, at hann tvær vikur undan álopinum á Irak hevði eitt prát við Blair, og tá skal forsætisráðharrin hava sagt seg vita, at stýrið hjá Saddam Hussein hevði eingi hópoyðingarvápn.
Robin Cook var uttanríkisráðharri í stjórnini hjá Blair, men fór frá fyri at mótmæla avgerðini hjá forsætisráðharranum at leypa á Irak.
Í bókini skrivar Cook, at hóast Tony Blair alment segði seg bíða eftir úrslitinum hjá ST-vápnmaeftirlitsmonnunum í Irak, so var hetta ikki veruleikin. Tvørturímóti skal Blair hava sagt, at úrslitið hjá Hans Blix og hansara monnum fór ikki at fáa nakra ávirkan á fyrireikingarnar til kríggið.
-Og Tony gjørdi ikki tað minsta fyri at fjala, at hetta var hansara støða, skrivar Robin Cook.
Robin Cook skrivar eisini, at ráðgevararnir hjá Balir og serliga Alastair Campbell lupu vóru sinnaðir at gera alt fyri at tekkjast teimum politisku leiðarunum í Washington.