Blair verjir umhvørvið

Bretski forsaætisráðharrin, Tony Blair, vil hava altjóða samfelagið at leggja størri dent á at avmarka avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum.

Í einari røðu fyrrakvøldið segði hann, at hann ætlar sær at seta málið á dagsskránna fyri næsta fundin hjá teimum stóru ídnaðarlondunum. Blair legði dent á, at tað er ikki nóg mikið, at bara tey stóru ídnaðarlondini royna at avmarka avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum, men at allur heimurin má taka neyðug stig. Og vit hava skund, segði Blair, sum segði seg vænta, at stórar veðurlagsbroytingar fara at henda í hansara tíð. Hann helt, at okkum tørvar eina grøna ídnaðarkollvelting, sum kann útvega okkum nýggja tøkni, ið kann avmarka avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum.

Eygleiðarar í London siga, at tann stóra uppgávan hjá Blair verður at fáa USA at taka undir við tiltøkum, sum skulu avmarka broytingarnar. Bretska stjórnin hevur sagt, at hon fer at leggja størri trýst á George W. Bush, forseta.