Tað er ikki á hvørjum degi, at ein bretskur forsætisráðharrui skrivar lesarabræv í einum týskum blaði, men tað hevur Tony Blair nú gjørt.
Mikudagin hevði hann eitt lesarabræv í størsta týska blaðnum, Bild. Brævið snýr seg um tann miseydnaða ES-toppfundin um at leggja eina fíggjarætlan fram til 2013. Týski kanslarin, Gerhard Schröder, gav Blair skyldina av, at einki spurdist burtur úr fundinum, men tað vil Blair ikki hava sitandi á sær. Í lesarabrævinum skrivar hann, at Bretland hevur einki ímóti at gjalda meiri í felags kassan hjá ES, men at pengarnir skulu brúkast rætt. Blair vísir á, at 40 prosent av pengunum í ES-kassanum fara til landbúnaðarstuðul, sjálvt um minni enn fimm prosent av fólkinum arbeiða í landbúnaðinum.
-Okkum tørvar eina fíggjarætlan, sum skapar arbeiðspláss heldur enn eina, sum bara røkir seráhugamál, skrivar Tony Blair í lesarabrævinum í Bild.










