Blair sannførdi ikki bretar

Flestu bretsku bløðini eru á einum máli um, at tað eydnaðist ikki Tony Blair, forsætisráðharra at sannføra bretar um, at tað er neyðugt at leypa á Irak

Týsdagin royndi Tony Blair at sannføra bretsku politikararnar og bretska fólkið um, at Irak hevur hópoyðingarvápn, og at landsins forseti, Saddam Hussein, er til reiðar at nýta tey. Blair royndi eisini at sannføra bretar um, at tað er neyðugt við einum hernaðarátaki ímóti Irak. Grundarlagið undir røðuni hjá forsætisráðharranum var ein frágreiðing um hóttanina úr Irak.
Men bretsku bløðini eru ikki sannførd.
Financial Times skrivar, at ongar sannførandi grundgevingar vóru í frágreiðingini, sum rættvísgera eitt álop á Irak. Blaðið heldur, at í besta fall kann ST nýta frágreiðingina sum grundgeving fyri at herða tiltøkini ímóti stýrinum í Bagdad.
The Independent ivast ikki í, at irakar eru førir fyri at gera hópoyðingarvápn, men blaðið sigur seg ikki hava fingið eina einastu ábending um, at Irak ætlar at nýta hesi vápnini ímóti Vesturheiminum ella hansara sameindu.
- Uttan slíkar ábendingar ella slík prógv er einki grundarlag fyri einum hernaðarligum átaki ímóti Irak, og hetta var veikleikin í frágreiðingini hjá Blair, skrivar The Independent.
Daily Mirror heldur, at fleiri tiltøk kunnu setast í verk og eiga at verða roynd, áðrenn bretar og aðrir fara at tosa um bumbuálop og at senda hermenn til Irak.
Tað konservativa Daily Mail heldur harafturímóti, at frágreiðingin hjá forsætisráðharranum var sannførandi, men blaðið heldur, at forsætisráðharrin átti at lagt størri dent á innanríkispolitikkin. Eitt annað av teimum konservativu bløðunum, Daily Telegraph, vísir á, at frágreiðingin hjá Blair snúði seg meiri um avvápnað enn um yvirgang. Blaðið heldur tað vera løgið, at menn gera so nógv burtur úr Irak og vísir á, at tann spenta støðan millum India og Pakistan er ein nógv størri hóttan.
Einasta blaðið, sum beinleiðis tekur undir við Blair, er tað høgravenda Sun. Blaðið sigur seg taka undir við Bush og Blair og álopsætlan teirra og heldur, at tað kann taka alt ov drúgva tíð at bíða eftir, at ST og altjóða samfelagið taka støðu í Irak-málinum.