Í einari samrøðu við blaðið The Times um hvítusunnuna royndi bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, at sissa teir evropeisku politikararnar, sum í seinastuni hava funnist at amerikanska politikkinum í sambandi við bardagan ímóti altjóða yvirgangi. Men teir amerikansku politikararnir fingu eisini sítt.
Í samrøðuni duldi Blair ikki fyri, at hann tekur undir við politikkinum hjá amerikansku stjórnini, og tað var týðiligt, at hann heldur tað vera umráðandi, at politikarar báðumegin Atlantshavið styðja hvør annan í málinum um altjóða yvirgang.
Eygleiðarar í London siga, at orðini hjá forsætisráðharranum eru ein roynd at slætta sjógvin, nú George W. Bush, forseti kemur til Evropa í morgin. Teir næstu seks dagarnar skal Bush vitja í Berlin, Moskva, París og Rom. Týsku myndugleikarnir vænta, at fleiri túsund fólk fara atganga mótmælisgongu í Berlin, har tey fara at mótmæla amerikanska politikkinum í Miðeystri, hóttanini um at leypa á Irak og umhvørvispolitikkinum hjá Bush-stjórnini.
Politiskir eygleiðarar í London siga, at Evropa-ferðin hjá amerikanska forsetanum verður uttan iva trupul, og at hann kann vænta sær atfinningar á fleiri økjum.