Eygleiðarar í Bretlandi halda, at tann stóra undirtøkan, sum mótmælistiltakið í London fekk, kann koma Tony Blair, forsætisráðharra í ta ringastu politisku kreppuna nakrantíð.
Eingin hevur enn tosað um stjórnarskifti, men politiskir eygleiðarar í London eru á einum máli um, at Blair situr á einari politiskari knívsegg, eftir at hann at kalla treytaleyst hevur tikið undir við amerikansku stjórnini og ætlan hennara at leypa á Irak. Eygleiðararnir siga, at tað avgerandi verður, um Bretland fer at taka undir við einum amerikanskum uppskoti um at geva Saddam Husssein ein allarseinasta møguleika, og at USA skal fáa loyvi at leypa á, tekur irakski forsetin ikki av.
Blaðið The Observer skrivaði í gjár, at heldur Blair fram við at hanga í halanum á amerikanarunum, fara partar av flokki hansara at gera uppreistur, samstundis sum summir av ráðharrum hansara fara at leggja frá sær.