Tony Blair hevði mist forsætisráðharrasessin, var val nú.
Hevði parlamentsval verið í Bretlandi nú, hevði Tony Blair, forsætisráðharri, tapt.
Tað sæst í einari kanning, sum blaðið The Times hevur gjørt. Kanningin vísir, at flokkurin hjá Blair, Labour, hevði fingið 32 prosent av atkvøðunum, og at tann konservativi andstøðuflokkurin hevði fingið 36 prosent. Undirtøkan hjá Labour er tann minsta síðani 1987.
Fyri nøkrum døgum síðani vísti ein onnur kanning, at tað er Tony Blair, sum oyðileggur møguleikarnar hjá Labour. Hevði Gordon Brown, fíggjarmálaráðharri, komið í hansara stað sum floksformaður, hevði Labour fingið eitt munandi betri úrslit.










