Blair er strongdur

Um vikuskiftið noyddist bretski forslæisráðharrin á sjúkrahús við hjartatrupulleikum. Maðurin er strongdur, siga politiskir eygleiðarar í London.

Tað kom ikki óvart á politiskar eygleiðarar í London, at Tony Blair, forsætisráðharri, mátti á sjúkrahús sunnudagin, tí hann hevði fingið trupulleikar við hjartanum. Har kundu læknarnir skjótt staðfesta, at talan var ikki um nakrar lívshóttandi trupulleikar, og Blair slapp eisini heimaftur eftirt stutta viðgerð. Samstundis fekk hann boð um at binda frið ein dag.

Peter Stothard, sum hevur skrivað ein bók um Tony Blair og lut hansara í krígnum í Irak, sigur, at tað kom als ikki óvart á seg, at forsætisráðharrin fekk trupulleikar við hjartanum.

-Hann hevur eitt tað mest tyngjandi arbeiðið, eg veit um. Einki kann samanberast við at fáa landið burtur úr einum kríggi, sum fólkið er ímóti, sigur Peter Stothard. Hann heldur, at Blair eigur at taka tilburðin sunnudagin sum eina ávaring.

Hetta er fyrstu ferð, at Tony Blair hevur havt hjartatrupulleikar, síðani hann gjørdist forsætisráðharri í 1997. Hann ber orð fyri at liva eitt sunt lív, hann er javnan úti og rennur og spælir eisini tennis. Men kríggið í Irak hevur kravt nógv av honum. Eitt er, at fólkið var ímóti krígnum, men tað hevur eisini kostað 50 bretskum hermonnum lívið, og oman á tað kom sjálvmorðið hjá vápnaeftirlitsmanninum David Kelly.