Blair á botni

Undirtøkan hjá bretska arbeiðaraflokkinum er nú tann minsta í 20 ár.

Var parlamentsval í Bretlandi í dag, hevði arbeiðaraflokurin fingið ein dyggan frammaná. Er ein meiningakanning hjá blaðnum The Guardian eftirfarandi, hevði flokkurin fingið 29 prosent av atkvøðunum og heili 10 prosentstig minni enn tann konservativi andstøðuflokkurin.

Sambært The Guardian hevur stuðulin hjá arbeiðaraflokkinum ikki verið so lítil síðani 1987, tá Margareth Thatcher vann fyri triðju ferð. Í kanningini fáa tey konservativu 39 prosent og liberaldemokratarnir 22 prosent.

Kríggið í Irak og áhaldandi kreppur í stjórnini hava ikki bøtt um umdømið hjá Tony Blair, forsætisráðharra og flokkinum, sjálvt um eygleiðarar eru á einum máli um, at landsfundurin herfyri eydnaðist væl, og at fleiri aftur fingu álit á Blair og flokkinum. Her er eisini vert at hava í huga, at kanningin hjá The Guardian samsvarar ikki rættiliga við aðrar kanningar, sum eru gjørdar teir seinastu dagarnar, tí sambært teimum er undirtøkan heldur frægari, enn kanningin hjá The Guardian vísir.