Blái Krossur savnar 270 sjálvboðin

Í kvøld savnar Blái Krossur øll tey sjálvbodnu, sum regluliga arbeiða í onkrum av handlunum hjá felagsskapinum, til ein døgurða og hugnakvøld í Leguhúsinum í Nesvík. Tilsamans 270 sjálvboðin tæna regluliga Bláa Krossi

 

Blái Krossur hevur fýra endurnýtsluhandlar kring landið. Talan er um Blákrossbúðirnar í Havn, Runavík og Miðvági, og Endurnýtsluna á Glyvrum. Tað eru bara sjálvboðin, ið arbeiða í hesum handlunum. Í fleiri førum eru tað pensjónistar, men eisini onnur, ið brúka tíð í handlinum. Ymiskt er, hvussu ofta fólk arbeiða, summi ein dag áttinda hvørju viku, meðan onnur arbeiða fleiri dagar um vikuna.

 

Einaferð um árið savnar Blái Krossur øll tey sjálvbodnu til eitt hugnakvøld. Í fjør vóru 170 fólk, tá ið tiltakið var í bygdarhúsinum í Leirvík. Ein handil og nógv sjálvboðin eru komin afturat í ár, og tí vera tað 270 fólk við í kvøld.

 

Á skránni er nógv ymiskt. Ein góður døgurðabiti, umframt suppa og rís’alamandi, greitt verður frá arbeiðinum hjá Bláa Krossi, og serliga nýggja viðgerðarheiminum, sum í løtuni verður bygt á Nesi. Eisini er andakt, felagssangur, sangframførsla, og gott skemt.

 

Í tíðindaskrivi sigur Blái Krossur Føroyar, at yvirskotið av søluni í handlunum er eitt gott fíggjarligt ískoyti til dagliga arbeiðið hjá Bláa Krossi og til nýggja viðgerðarheimið, ið verður bygt á Nesi.