Leygardagin 9. mai hevur Blái Krossur landsinnsavnan. Bússur verða bornar hús úr húsi í øllum landinum. Tað er sjeynda árið á rað, at Blái Krossur skipar fyri landsinnsavnan.
Í ár fer peningurin til tvær verkætlanir, nevnliga verkætlanina "Øll hava rætt til góð barnaár" og verkætlanina "Sig nei til rúsdrekka og narko".Øll hava rætt til góð barnaár er ein verkætlan, ið hevur til endamáls at fyribyrgja, at børn og ung, ið vaksa upp í heimum, har rúsur og rúsdrekka fylla nógv í gerandisdegnum, sjálvi koma í somu trupulleikar seinni í lívinum. Nøkur av teimum ungu hava úttalað seg alment og sagt, at bólkarnir veruliga hava gjørt mun í teirra lívi.
Henda verkætlanin gongur fyri seg í Ndjamena, høvuðsstaðnum í Kjad í Afrika. Hetta er ein trý ára verkætlan, ið altjóða Blái Krossur, International Federation of Blue Cross (IFBC) skipar saman við Bláa Krossi í Kjad og Bláa Krossi í Føroyum. Høvuðsendamálið er at minka um rúsdrekka- og rúsevnamisnýtsluna millum ung í Ndjamena. Hetta fyribyrgjandi arbeiði fer ætlandi at minka um harðskapin, avmarka sjúkuspreiðing (millum annað AIDS), minka um skaðar í ferðsluni, og geva børnum og ungum eitt sunnari og betri lív.
Føroya Landsstýri hevur júst játtað 400.000 krónur til hesa verkætlanina.
Blái Krossur hevur brúk fyri sera nógvum sjálvbodnum fólki, sum vilja nýta umleið tveir tímar leygardagin at ganga runt við bússuni. Serliga í Havnini er tørvurin stórur, og heitir Blái Krossur tí á fólk um at tekna seg at ganga við bússuni. Sigast kann frá á skrivstovuni hjá Bláa Krossi á tel 770700.