Oscar Pistorious, eisini nevndur Blade Runner, var í dag dømdur fimm ára fongsulsrevsing fyri óviljað manndráp móti unnustu síni, Reeva Steenkamp.
Umframt tey fimm árini, fekk Oscar Pistorius ein treytaðan dóm í trý ár. Dòmurin er treytaður av, at hann ikki nýtir skotvápn í ósketni tey trý árini.
Verjarnir hjá Oscar Pistorius hava boðað frá, at tað er møguligt hjá Oscar Pistorius at biðja um at sleppa at sita í húsarrest heldur enn í fongsli, eftir at hann hevur sitið ein sættapart av revsingini, tað vil siga eftir 10 mánaðir. Ákærin vil hinvegin vera við, at hetta í fyrsta lagi er gjørligt eftir 20 mánaðir.
Dómarin legði undir framløguni av dóminum dent á, at húsarrest als ikki var ein sømilig revsing, í mun til gerðina, hann er dømdur fyri.
Verjin royndi at fáa dómaran at taka atlit til, at Oscar Pistorius ber brek, men dómarin metti, at verjin gjørdi ov nógv av í hesum málinum.
- Ja, hann er sárbærur, men hann hevur frálík evni at klára seg kortini. Undir uppvøkstrinum roknaði hann aldrin seg sjálvan sum rørslutarnaðan, segði Thokozile Masipa, dómari.
Tað var í februar í fjør, at Oscar Pistorius skeyt og drap unnustu sína í íbúð teirra. Hon var farin inn á vesið, tá Oscar Pistorius skeyt fleiri skot gjøgnum hurðina. Oscar Pistorius vil sjálvur vera við, at hann helt, at innbrotstjóvar vóru á vesinum, meðan onnur vildu vera við, at hann og Reeva Steenkamp, unnustan, høvdu skeldast illa hetta kvøldið.
Thokozile Masipa, dómari, dømdi hann fyri góðum mánaða síðani sekan í óviljaðum manndrápi, og í dag fekk hann so revsingina - fimm ár í fongsuli.










