Claus Bech Jørgensen var ikki við á liðnum hjá Blackpool um vikuskiftið. Blackpool spældi ímóti Plymouth í næstbestu ensku fótbóltsdeildini, og tað endaði við 2-1 tapi til Blackpool. Plymouth, sum spældi á heimavølli, legði seg á odda í seinna hálvleiki, men seinastu 15 minuttirnar skoraði Blackpool tvey mál. Málskjútti í báðum førum var Liam Dickinson, sum kom á vøllin stívliga eitt korter fyri leiklok.










