Kósin hjá Blackpool og Claus Bech Jørgensen tykist vera sett beinleiðis móti næst bestu ensku røðini. Jóladagarnar er vanliga sera tætt millum dystirnar í Onglandi, og bæði tollaksmessudag og annan jóladag spældi Blackpool dyst. Báðu ferðirnar við fullari úrtøku.
Claus Bech Jørgensen var millum teir fyrstu ellivu, tá Blackpool beint fyri jól vann 3-1 á útivølli móti Bournemouth. Júst Bournemouth er annars felagið, har Claus av fyrstan tíð spældi, tá hann kom til Onglands, men felagið hevur í ár havt tað sera tungt í botninum á stigatalvuni.
Og annan jóladag var tað so á heimavølli móti Carlisle, at Blackpool spældi. Hesa ferð var Claus á beinkinum frá byrjan, men hann kom á vøllin, tá 66 minuttir vóru spældir. Støðan var tá 2-0 til Blackpool, og tó at Carlisle minkaði um munin, so fóru stigini ongan veg.
Blackpool hevur nú vunnið seg upp á sætta pláss í deildini, og tað merkir, at teir í løtuni hava rætt til play-off dystir um seinasta uppflytingarplássið. Tey bæði fremstu liðini flyta beinleiðis upp í enska Championship.