Blackpool má keypa bíligt

Blackpool, har Claus Bech Jørgensen er ein av spælarunum, vann sær í farna kappingarári pláss í næstbestu ensku deildini, men hóast felagið flytir eina deild upp, verða stór innkeyp ikki gjørd í summar. Venjarin sigur á heimasíðuni hjá felagnum, at felagið hevur ikki ráð at keypa spælarar fyri fleiri milliónir. Størstu feløgini í 1. deild kunnu keypa spælarar fyri 10 milliónir ella har á leið, men Blackpool kann í mesta lagi gjalda eina ella tvær milliónir fyri einstakar spælarar.