Claus Bech Jørgensen, sum hevur verið fastur maður á liðnum hjá Blackpool, var ikki við um vikuskiftið orsaka av einum skaða. Blackpool spældi á heimavølli ímóti Cardiff í næstbestu ensku fótbóltsdeildini, og dysturin endaði við javnleiki. Cardiff legði seg á odda í seinna hálvleiki, men Blackpool javnaði seint í dystinum og bjargaði sær harvið eitt stig.