Blackburn koyrt ?Big Sam?

Fyri eini viku síðan fekk Chris Hughton sparkið í Newcastle. Í dag hevur Sam Allerdyce fingið somu lagnu. Blackburn sigur á heimasíðuni hjá sær, at tað er partur av eini størri ætlan hjá felagnum.

 

Ríkmenn úr India keyptu Blackburn í novembur, men søgdu við millum annað SkySports, at starvið hjá Big Sam ikki var í vanda.

 

Blackburn tapti í vikuskiftinum móti Bolton og fyri tveimum vikum síðan taptu teir heili 7-1 fyri Manchester United. Veddingarfyritøkurnar í Onglandi hava sett Chris Hughton sum favoritt til at yvirtaka starvið sum venjari í Blackburn.