Black Sabbath við nýggjari útgávu

Legendarisku heavy-rockararnir við Ozzy Osbourne sum frontmanni senda í summar fyrstu útgávu sína í 25 ár á marknaðin.

Í tíðindaskrivi sigur bólkurin, at nýggja útgávan, sum ber heitið “13” kemur á marknaðin í juni mánaði í ár.

Black Sabbath trein á altjóða tónleikapallin í 1968, og næsta 10-áraskeiðið vórðu teir roknaðir sum størstu pionerarnir innan tungmálmstónleikin. Í 1979 fór Ozzy Osbourne úr bólkinum, og hetta verður meira ella minni roknað sum endin hjá bólkinum.

Fleiri ferðir hava Ozzy og vinmenn hansara tó verið á palli, og nú verður tað altso við nýggjari útgávu. Tríggir av teimum fýra upprunalimunum í bólkinum spæla við, og hartil hava teir fingið hjálp frá Brad Wilk, ið eisini er kendur sum trummuspælari hjá Rage Against the Machine.

Gjøgnum árini eru fleiri enn 70 milliónir eintøk av útgávunum hjá Black Sabbath seld, og í 2006 kom gjørdist bólkurin partur av Rock and Roll Hall of Fame.