Black Sabbath sagt farvæl

Í gjár spældu Black Sabbath fyri síðstu ferð, um ætlan teirra heldur.

Í gjárkvøldið spældu Black Sabbath síðstu konsertina í røðini á The End Tour. Talan var um ta seinnu av tveimum útseldum arena konsertum í Birmingham.

 

Tað var eisini har, bólkurin byrjaði slóðbrótandi leiðina í 1968.

 

Men nú er liðugt. Og kendi frontmaðurin og sangarin Ozzy Osbourne segði: -  takk, góða nátt, takk mangar ferðir.

 

Black Sabbath endaði við lagnum Paranoid.

 

The End ferðin taldi 81 konsertir. Guitarleikarin Tony Iommi varð í fjør grøddur fyri krabba, men sigst sjúkralega hansara hava gjørt sítt til, at bólkurin gevst.

 

Ozzy, ið er 68 ár, sigur seg halda fram við solo yrkisleið síni.