Black out hjá SEV

Klokkan 19:10 í kvøld fór streymurin um alt meginøkið. Hjá SEV vita tey enn ikki, hvør orsøkin til streymslitið er, men tey eru í ferð við at starta uppaftur.

– Hetta er tað, sum vit kalla fyri eitt »black out«, og tað er um alt meginøkið, sigur Finn Jakobsen, tekniskur stjóri hjá SEV.

Tá hann sigur »meginøkið« meinar hann við alt landið uttan Suðuroy.

– Vit hava startað uppaftur í Norðoyggjum og í Norðstreymoy, og um ein hálvan tíma verður stremyurin aftur kring alt landið, sigur hann.