Black Friday er eitt gott tiltak

- Black Friday skumpar undir at gera jólagávukeypið í hampiliga góðari tíð, sigur Maigun Solmunde.

 

 

Hvat heldur tú um tiltakið, Black Friday?

- Eg haldi, at Black Friday er eitt gott tiltak. Tað skumpar undir at gera jólagávukeypið í hampiliga góðari tíð, og fólk fáa møguleikan at keypa vøruna bíligari enn annars.

Tað sigur Maigun Solmunde, sum vit hava sett nakrar spurningar um Black Friday.

Plagar tú at fara til handils henda dagin?

- Ja, um tað er eitt hvørt, eg havi í huganum at keypa, so havi eg onkuntíð bíðað til Black Friday.

Kann tað hugsast, at onkur jólagáva verður keypt?

- Ja, væntandi verður onkur jólagáva keypt henda dagin.

Minnist tú okkurt gott keyp Black Friday?

- Ja, faktiskt. Av tí, at eg í mínum starvi havi ferðast nógv, keypti eg mær góðar ferðataskur, sigur Maigun Solmunde.