Tað er Black Friday, og tað merkir, at hópin av fólki eru farin í býin at gera kvettið. Men til tíðir kemur fyri, at fólk taka óumhugsar avgerðir, sum seinni fara at smakka illa. Danska brúkararáðið Tænk hevur í dag nøkur góð ráð til, hvussu ein sleppur undan fellunum.
Kenn tín tørv
Áðrenn tú fert í handilin at keypa er skilagott, at tú veitst áðrenn, hvørjar vørur tær tørvar. Tað er nevniliga ikki so trupult at blíva rivin við av huglagnum, tá ið øll onnur keypa eisini, og tilboðini at síggja til eru góð.
Flatskíggjar eru uppá tilboð, men er tað júst tann flatskíggin, sum tit hava tørv á? Er styrkin nóg góður á tilboðstelefonini? Hevur tú veruliga tørv á at skifta vaskimaskinuna út, bara tí ein er upp á tilboð? Hav greiða uppfatan áðrenn tú fert til handils, um hvat tú vilt hava og ikki.
Kanna marknaðin
Black Friday gongur skjótt fyri seg og ein ørgrynna av fólki eru í teimum ymisku handlunum. Tað er skjótt at missa yvirblikki og skunda sær at smekka til eitt tilboð, sum at síggja til er gott. Serstakliga tá ið tað eru fáar eindir fyri útsøluprís. Men ert tú frammanundan greið um, hvat tú ætlar tær at keypa, so er best at kanna prísir áðrenn, so tú ikki snýtir teg sjálva.
Hygg eftir, hvat vøran tú ynskir tær liggur fyri í prísi í øðrum handlum, so tú veitst, at talan er um eitt veruligt tilboð.
Ansa eftir prosentunum
Ver ikki hugtikin av lyftinum um ”minus 50 prosent”. Halt teg til prísin í krónum og oyrum. Óansæð um handilin hevur sett eina vøru nógv prosent niður í prísi, er vøran kanska als ikki bílig samanborið við, hvat tú kanst fáa vøruna fyri í øðrum handlum.
Hygg eftir hvussu gomul vøran er
Útsøla er ein góður máti hjá handlum at rudda upp í goymsluni og sleppa av við tær næstbestu vørurnar. Ansið tí eftir, hvussu gomul vøran er, um teknisku smálutirnir eru í lagi og um vøran riggar sum hon skal.
Ansa eftir umbýtingarrætti
Keypir tú eina vøru í einum handli, so hevur tú ongan sjálvskrivaðan rætt til at býta vøruna um, um tú broytir hugsan. Tað eru handlarnir sjálvir, sum gera av, hvussu treytirnar fyri umbýting eru.
Kelda: Taenk.dk