Blachman vil fegin aftur til DR

Seinastu árini hevur Thomas Blachman verið miðdepilin í sendingini X-Factor hjá DR, men finalan fríggjakvøldið varð tann seinast vit síggja til skalluta dómaran – í øllum førum, tá ið umræður X-Factor.

 

Hann sigur við danskar miðlar, at hann gott kundi hugsað sær at komið aftur til DR einaferð í framtíðini.

 

Nú ætlar hann sær at skriva sítt filmsmanuskript liðugt, og síðani ætlar hann sær at gera orkesturtónleik. Eisini vil hann nýta sína tíð uppá onnur ting enn X-Factor.

 

Eingin ivi er um, at Blachman hevur fylt ótrúliga nógv í X-Factor.

 

Men hóast hann nú steðgar í X-Factor, so er væl møguligt, at hann í framtíðini aftur verður at síggja á skíggjanum hjá DR.

 

Hann sigur, at tað kundi verið stuttligt at gjørt sína egnu sending.

 

Eisini undirhaldsstjórin hjá DR staðfestir, at Blachman er vælkomin aftur, um hann fekk áhuga fyri tí.

 

Hetta veit BT