Blachman klárur til X-Factor 2012

Blachman hevur váttað fyri donskum miðlum, at hann er farin undir samráðingar við DR, um sín dómaraleiklut í X-Factor 2012. Staðfestast má, at Thomas Blachman neyvan hevur sjálvsálitstrupulleikar, og tað kemur eisini til sjóndar, tá ið danskir miðlar spyrja skalluta dómaran, um hann ætlar sær at halda fram sum dómari.

 

-X-Factor er einki uttan meg, sigur Blachman við danskir miðlar.

Hann sigur, at leikluturin sum dómari gevur einum stórar møguleikar at broyta nøkur viðurskifti.

 

Hann staðfestir eisini, at teir mánaðirnir X-Factor er á skíggjanum, hevur hann møguleika at broyta nógv, men seinastu ferð X-Factor skíggin sløknar, er hann óviðkomandi, og hevur ikki somu møguleikar at úttala seg um ymisk viðurskifti.