Í fjør flutti TB niður úr bestu og í næstbestu deildina, og í fjør flutti FC Hoyvík niður úr næstbestu og í triðbestu deildina.
Í dag hittust hesi bæði liðini í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið. Og tað var eingin ivi um, hvat liðið var tað stinnara.
TB vann 4-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0.
Tølini siga, at TB hevði seks hornaspørk, og at FC Hoyvík hevði eitt hornaspark. TB hevði seks stórar møguleikar, meðan FC Hoyvík ongan stóran málmøguleika vann.
Mikkel Blåholm vísir seg at vera sera góður styrkur hjá TB. Í landskappingini hevur hann higartil skorað fýra mál, og í dag skoraði hann trý tey fyrstu málini og harvið hattrikk.
Hálvur tími var farin, tá ið hann setti hol á eftir upplegg frá Ragnari Tausen, og eitt korter eftir steðgin økti hann um munin til 2-0. Tá átti Jens Erik Bruhn uppleggið. Í 71. minutti staðfesti Mikkel Blåholm hattrikkið, og lítla løtu seinni staðfesti Ragnar Tausen 4-0 sigurin.