Mánadagin bleiv ein ung kvinna handtikin, aftaná politiið hevur funnið eina rúgvu av rúsevnum. Hetta skrivar Kringvarpið í dag.
Týsdagin var grundlógaravhoyring, og tá varð avgjørt, at hon skal varðhaldsfongslast inntil 13. apríl.
Í januar vórðu fleiri handtøkur í sambandi við rúsevni, tá fleiri kilo av hørðum rúsevnum vórðu funnin. Hendan handtøkan av ungu kvinnuni hevur samband við stóra málið frá januar, sambært Kringvarpinum.