Blaðútgáva: Ómøguligar kappingartreytir

Hanna Mereta Michelsen, starvsfólk á Dimmalætting, og Simona Weihe, starvsfólk á Sosialinum
-------------------------


Í dag eru Dimmalætting og Sosialurin einastu avísir, ið eftir eru á marknaðinum. Treyðugt so at ikki okkurt annað hissini blað av og á sæst, men tað er so alt.
Seinastu 5-6 árini hava verið strævin hjá okkum sum starvs­fólkum at koma ígjøg­­num.
Vit hava sagt nógvum góð­­­um starvsfeløgum farvæl, eru farin niður í løn og hava ar­­beitt undir størri og størri trýsti.
Hetta hava vit og okkara starvsfelagar gingið við til fyri at bjarga okkara ar­beiðs­pláss­um gjøgnum kreppu­árini. Tí vit hava trúð upp á fram­tíð­ina.
Men sum um fíggjar­kreppa ikki er nóg mikið at stríð­ast við, so upptrappa politik­ar­arnir nú kappingina á lýs­inga­marknaðinum. Vit siga sjálv­sagt politikararnir, tí tað eru teir, sum stýra Kring­­varpinum, sum í hesum døg­­um tykist herða kappingina við pri­vatu miðlarnar.
At vit gera vart við okkum er sjálvsagt tí, at eftir okkara hugsan er tað so burturvið, at almenna Kringvarpið skal vera okkara harðasti kapp­ingarneyti. Teir hava hóast alt 60 milliónir krónur um árið at gera gott við.
Við so skeiklaðari kapping er tað, vit hava at síggja fram til, at okkara arbeiðspláss verða skumpað longur út á egg­­ina. Og tað er bara so órími­­ligt, at almennur stovn­ur skal vera við til at taka grund­arlagið undan einum heilum vinnuøki.
Verður ongin broyting, so hevur – frá okkara sjónar­horni – øll tillagingin av Dimma­lætting og Sosialinum verið til onga nyttu.
Og ikki minst tá vit hugs­að um allar tær tungu løtur­nar á okkara arbeiðsplássum, sum vit øll – farin og verandi – hava havt.