Blaðútberingin seinkað í kvøld

Blaðútberingin hjá Prentmiðstøðini, sum ber Sosialin og Dimmalætting út, er eitt sindur seinkað í kvøld, tí bløðini eru so rúgvusmikil - Tað er serliga í høvuðsstaðarøkinum, at vit hava trupulleikar, og vit kunnu vænta, at bløðini verða 2 -3 tímar seinkað, sigur Hallstein Sigurðsson, sum hevur ábyrgdina av útberingardeildini hjá Prentmiðstøðini.

Bæði bløðini hava fótbóltsblað í blaðnum, og um framt tað hevur Sosialurin eisini Rákið við í blaðnum. Fótbóltsbløðini skuldu liggja í báðum bløðunum í gjár, men tekniskir trupulleikar gjørdu, at hetta var útsett til í dag. Sosialurin er í kvøld 144 síður.