Myndugleikarnir í Meksiko hava biðið amerikonsku samveldisløgregluna FBI hjálpa sær at kanna umstøðurnar í sambandi við, at blaðstjórin Francisco Ortiz bleiv myrdur herfyri.
Meksikonsku myndugleikarnir hava illgruna um, at brotsmenn, sum fáast við at smugla rúsevni úr Meksiko til USA, skipaðu fyri morðinum. Eygnavitni hava greitt frá, at fýra menn skutu blaðstjóran, tá hann skuldi seta seg í bilin uttan fyri ein handil í býnum Tijuana. Tvey børn og ein annar maður vóru við blaðstjóranum, men tey vórðu ikki rakt.
Francisco Ortiz var blaðsatjóri á blaðnum Zeta, sum er kent fyri at hava avdúkað ymisk viðurskifti í sambandi við svik og skipað lógloysi á markinum ímillum Meksiko og USA. Eitt nú hevur blaðið skrivað nógv um rúsevnissmugling um markið.