Blaðstjóri meldaður fyri harðskap

Løgreglan skal nú kanna tilburðin týskvøldið, tá kona John Petersen sigur seg verða meiðslað av Dan Klein. Blaðstjórin á Oyggjatíðindi noktar fyri, at hann skal hava gjørt seg inn á hana.

Ragnhild Petersen, sum er kona John Petersen, fyrrverandi landsstýrismann, hevur meldað blaðstjóran á Oyggjatíðindi, Dan Klein, til løgregluna.

Orsøkin er ein hending týskvøldið, tá kona John Petersen kom á dyr hjá Dan Klein, tí hon ætlaði at tosa við hann um skrivingina um familjuna hjá sær.

? Eg havi eina dóttir, sum líðir undir, at Oyggjatíðindi halda fram við at skriva um okkum, og tí ætlaði eg sum ein mamma at vita, um tað var ein kjansur at tosa við hann um hetta. Men áðrenn eg hevði fingið orðið upp, leyp hann á meg, greiður Ragnhild Petersen frá.

? Eg var fullkomiliga ófyrireikað, at hetta skuldi henda, men eg royndi sum frægast at verja meg.

Sambært Ragnhild Petersen meiðslaði blaðstjórin á Oyggjatíðindi hana, áðrenn hann tveitti hana á dyr. Hon fór á skaðastovuni til kanningar, og eftir tað fór hon beinleiðis á Politistøðina at melda tilburðin.


Blaðstjóri aðra frágreiðing

Blaðstjórin á Oyggjatíðindi, Dan Klein, sigur seg einki kenna til, at hann skal hava lopið á konu John Petersen, men hann váttar, at Ragnhild Petersen var á dyr hjá honum týskvøldið.

? Eg havi áður kent meg hóttan av henni, og tí vil eg als ikki hava hana inn til mín. Eg koyrdi hana á dyr, men eg kenni einki til, at hon skal hava meiðslað seg, sigur Dan Klein.

? Síðani visti eg av ongum, fyrr enn eg dagin eftir fekk bræv frá løgregluni um, at eg varð meldaður fyri harðskap. Nú skal eg sjálvandi avhoyrast, tí soleiðis er mannagongdin, men eg kenni einki til, at eg skal hava gjørt meg inn á hana.

Blaðstjórin sigur, at hann nú fer at biða um politiforboð ímóti konu John Petersen.


Kenna seg illa viðfarin

Ragnhild Petersen sigur seg vera skelkað av viðferðini Dan Klein gav henni.

? Eg ætlaði bara at fáa ein møguleika at tosa við hann um, at skrivingin hjá honum rakar familjuna hjá okkum meint, men hann leyp á meg, áðrenn eg hevði fingið møguleika at siga míni ørindi, sigur hon.

? Vit kenna okkum fullkomiliga hjálparleys í hesi støðu, vit eru í.

Oyggjatíðindi hava javnan skrivað um málið, eftir at John Petersen varð dømdur, men blaðstjórin heldur onga orsøk verða fyri at leggja hann undir at verða órímiligan í síni skriving.

Familjan hjá John Petersen heldur seg hinvegin verða illa viðfarna í Oyggjatíðindi.

Í næstum fer løgreglan at avhoyra Dan Klein um tilburðin týskvøldið.