Seinnapartin mánadagin var Dimmalætting fyri fyrstu ferð prentað í tabloid-stødd. Og tað var ein minni Dimma við nýggjari uppseting, sum lesarar hjá blaðnum kundu taka upp í hondina mánakvøldið.
Ábyrgdarblaðstjórarnir á Sosialinum og Norðlýsinum hava samanlagt skrivað og framleitt bløð í tabloid-stødd í meira enn hálvthundrað ár, og teir eru báðir eitt sindur keddir um, at einki broadsheet-blað nú kemur út í Føroyum.
Djarvt stig at taka
? Føroyski blaðheimurin er blivin eitt sindur fátæksligari, nú øll bløðini koma út í somu stødd. Fyri nøkrum mánaðum síðani høvdu føroyingar tvey bløð í broadsheet-stødd, men nú er einki eftir. Blaðheimurin er blivin eitt sindur meira einstáttaður, og tað er spell. Tað er líka við, at eg sakni gomlu Dimmu í morgun, sigur Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum.
? Men so skal eg eisini siga, at eg haldi tað var djarvt og spennandi av Dimmalætting at taka stigið og koma út í minni stødd. Hóast vit eru kappingarneytar, so ynski eg teimum góða eydnu við blaðnum, og eg eri sannførdur um, at tað er pláss fyri tveimum stóru dagbløðum í Føroyum, sigur hann.
Roknar ikki við størri sølu
Oliver Joensen, sum er ábyrgdarblaðstjóri á lokalblaðnum Norðlýsinum, tekur undir við sjónarmiðinum um, at bløðini í Føroyum nú eru meira einstáttað, men hann ivast í, um Dimma við nýggju útgávuni fer at fáa fleiri lesarar.
? Eg haldi, at nýggja Dimma er snøgg, men fyri mær tykist tað, sum at Dimma við hesum kompaktformati hevur valt ein ávísan málbólk burturúr og ikki appelerar so nógv til breiddina ella teir yngru lesararnar. Tí dugi eg ikki at síggja, at hendan nýggja Dimma fer at selja meira bløð enn tann gamla, sigur Oliver Joensen.
? Dimma líkist nógv Informatión, og hon virkar ikki sum eitt nýtt blað, sum við innihaldinum appelerar til teir yngru lesararnar, sigur hann.