Listaframsýning
Seinnapartin hósdagin læt ein forvitnislig listaframsýning upp í Listaskálanum Oynni á Tvøroyri.
Tað er danska listakonan, Hanne Haarding, sum hesar næstu tríggjar vikurnar fer at vísa verk fram í Suðuroyni fyri listaáhugaðum.
Hon er úytbúgving bláur málari á kongligu postalínvirkinum, har hon eisini arbeiddi í nøkur ár. Annars hevur hon lært hjá listafólkunum, Grethe Bagge og Kaj Lange, umframt at hon hevur búð seg út á Blågaards seminarium, og læraraháskúlanum.
Hon sigur, at hon heldur seg nógv til grundlitirnar, men hon roynir seg eisini fram við tilfarið og litum.
Seinastu árini hevur hon havt nógvar framsýnmingar ymsastaðni í Danmark, men hetta er fyrstu ferð, at hon er í Føroyum.
Á framsýningini eru útvið 30 fjølbroytt verk.
Tey, sum vilja vita meiri um listina hjá Hannu Haarding, kunnu hyggja at heimasíðuni hjá henni á alnetinum á www.gallery-hanne.dk
Nýggj Kafé
Palle Juslgart, sum eigur listaskálan Oynna, sigur, at hann heldur at tað hevur týdning at fáa list út um landið so at tað ikki bara eru havnarfólk, sum hava møguleikan at síggja hendan partin av mentanini.
Tí hevur hann gjørt listaskálan og hann er eisini við at fáa eitt samstarv við Norðurlandahúsið á føtur.
Fyri at gera listaskálan hugnaligari hevur hann eisini gjørt eina lítla kafé í Oynni, har fólk kunnu fáa eitt lítið máltíð og eittt glas av øli ella víni afturvið, ella tey kunnu fáa kakur og kaffi, ella te.
Oyggin er opin hvønn dag frá kl. 15-20, uttan mánadag, tá ið tað er stongt.