Blaðmannafelagið tikið málið upp

Formaðurin í Blaðmannafelagnum, Heini Gaard, visti ikki um, at føroyingar høvdu mist síni pláss á Journalistháskúlanum, fyrr enn hann hoyrdi tað í Útvarpinum. Felagið hevur nú tikið málið upp, men vónirnar um at fáa kvotuna aftur, eru ikki góðar

- Eg varð bilsin av, at plássini vórðu strikað, uttan at vit fingu tað til hoyringar.
Tað sigur Heini Gaard, formaður í Føroya Blaðmannafelag, nú tað herfyri frættist, at føroyingar ikki longur høvdu rætt til tvey pláss á Danmarks Journalisthøjskole í Århus.
Heini Gaard sigur, at tað ikki var fyrr enn Høgni Djurhuus bar hesi tíðindi í Útvarpinum, at hann visti av hesum.
Formaðurin heldur tað ikki vera nøktandi, at føroyingar hava mist hesi bæði plássini uttan fáa nakað afturfyri, sum hann málber seg.
Tí hevur Blaðmannafelagið nú vent sær til Journalistháskulan og Danmarks Journalistforbund. Hvat felagið nágreiniliga hevur samskift við hesar partarnar um, vil Heini Gaard ikki koma so nógv inn á, av tí tingast verður í løtuni um málið. Men hann sigur so mikið, at samband er millum partarnar, og stjórin á Danmarks Journalisthøjskole hevur lovað at viðgjørt eitt bræv við vælvild, har Blaðmannafelagið greiðir frá sínum sjónarmiðum.
Heini Gaard sigur seg tó ikki vænta, at stórvegis kjansur er at varðveita ta kvotuna vit hava havt.
- Kvota er ikki eitt pent orð, men tey hava forstáilsi fyri, at føroyingar ikki hava somu fortreytir sum danir at loysa uppgávurnar til upptøkuroyndina, sigur Heini Gaard.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Føroysk útbúgving besta loysnin
 
Tí kundi ein møguleiki verið, at teir føroyingar, sum ikki koma inn beinleiðis við at vera millum teir bestu umsøkjararnar, kanska kunnu fáa eitt slag av framíhjárætti millum tey, ið sleppa til samrøðu, áðrenn støða verður tikin til, um tey skulu verða tikin inn á skúlan.
- Ein kann ikki krevja, at føroyskur ungdómur skal fylgja eins væl við í donskum viðurskiftum og danskur ungdómur, sigur Heini Gaard.
Sjálvur hevur Heini Gaard tó ta meining  og tað er ikki almenna støða Blaðmannafelagsins, sigur hann  at tað allarbesta hevði verið at havt eina føroyska útbúgving, av tí at trupulleikin er akuttur, sum hann tekur til. Bara umleið helvtin av føroyskum tíðindafólki er útbúgvin innan yrkið, og tí hevði lærugrein á Fróðskaparsetrinum verið besta loysnin. Eisini av tí, at tað er so torført at sleppa inn niðri, sigur Heini Gaard.