Føroya Blaðmannafelag hevur skift navn til Føroysk Miðlafólk. Felagið ynskir, at vera fakfelag hjá øllum miðlafólki. Á aðalfundi hjá felagnum, Føroysk Miðlafólk, varð nevndin afturvald.
Forkvinna í felagnum er Anna V. Ellingsgaard, blaðkvinna á Sosialinum. Álvur Haraldssen, myndamaður á Sosialinum er næstformaður, og Ingolf S. Olsen, journalistur í Kringvarpinum er triði nevndarlimir.
Sum tiltakslimir varð Sigrun Brend, samskiftisfólk í Eik, afturvald, meðan Jón Brian Hvidtfelt, útvarpsmaður á Rás2 var nývaldur.
Umframt at skifta navn, viðtók felagið eisini, at miðlafólk, sum starvast sum stjórar ella hava lønar- ella setanarmyndugleika mótvegis limum í felangum, Føroysk Miðlafólk, ikki kunnu vera limir í felagnum.










