Tað einasta erotiska blaði í Føroyum kemur nú aftur á gøtuna Saknurin hevur allarhelst verið stórur, men ikki er at falla í fátt, tí nú er føroyska Ð-blaði aftur ávegis. Jógvan á Høvdanum yngri váttar fyri Rás2, at hóast Ð-blaði ikki hevur verið útgivið í eina tíð, so er ætlanin at blaði skal koma út aftur á gøtuna í 2009. Jógvan sigur, at tørvur er á slíkum blaði, og at undirtøkan hevur verið ótrúliga stóra.
- Í byrjanini var trupult at fáa kvinnur at verða við í blaðnum, men síðan tann fyrsta útgávan kom út er hugburðurin grundleggjandi broyttur, og kvinnur eru meira jaligar nú enn tær vóru í byrjanini, sigur Jógvan á Høvdanum.
Enn er ikki greitt júst nær fyrsta Ð-blaðið í 2009 kemur út.