Blåvand-dráp: Ungi maðurin vil sleppa út

19 ára gamli týskarin, sum situr varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri tvey dráp, hevur kært til Vestara Landsrætt.

 

Hósdagin varð varðhaldsfongslingin av einum 19 ára gomlum týskara longd í fýra vikur aftrat. Hetta hendi í rættinum í Esbjerg. Ungi maðurin varð handtikin um kvøldið hin 29. mai fyri at hava dripið eigaraparið av matstovuni Perluni í Blåvand.

Hendingin, sum sipað verður til, fór fram á ognini, har tey bæði, Cai Lennart Henriksen (61) og Else Nielsen (85) búðu. Kanningar hava víst, at Cai Lennart Henriksen er dripin við onkrum hørðum luti við óteljandi sløgum í andlitið.

Eftir drápið av matstovueigaranum, setti ungi brotsmaðurin sambært donsku løgreguni eld í ognina, og her brendi sambúgvin, Else Nielsen, inni. Tískil er hin 19 ára gamli skuldsettur fyri at hava dripið tey bæði.

Rætturin í Esbjerg metir, at grundaður illgruni er um, at maðurin hevur framt brotsgerðina.

Men, ungi maðurin noktar seg sekan, og hann ynskir nú at sleppa út aftur úr varðhaldinum. Tískil hevur hann kært avgerðina hjá rættinum í Esbjerg til Vestara Landsrætt, sum nú skal taka støðu til áheitanina.

Rættarfundirnir hava verið fyri afturlatnum hurðum, og tí er lítið, sum almenningurin veit um málið annars. Greitt er heldur ikki, hvat møguliga motivið aftan fyri brotsgerðina er.

##med2##