Blåvand-dráp: 19 ára gamal framvegis í varðhaldi

Enn er einki likið út um, hvat møguliga motivið aftan fyri brotsgerðina í Blåvand er.

 

 

Løgreglan í Suðurjútlandi upplýsir í dag,  at ein 19 ára gamal týskari verður sitandi í varðhaldi í fyribils fýra vikur aftrat, skuldsettur fyri dráp.

Tað var nevniliga um kvøldið hin 29. mai, at ungi maðurin varð handtikin og skuldsettur fyri at hava dripið 61 ára gamla, Cai Lennart Henriksen, við fleiri sløgum í andlitið við onkrum hørðum luti.

Sambúgvi hansara, 85 ára gamla, Else Nielsen, doyði eisini í húsunum, tá tey brunnu í grund.

Cai Lennart Henriksen og Else Nielsen róku kafeteria í Blåvand, har nógv ferðafólk leita sær í summarhálvuni. Tá týskarin var í grundlógaravhoyri fyri afturlatnum hurðum stutt eftir handtøkuna, noktaði hann seg sekan í brotsgerðini. 

Danska løgreglan vil ikki upplýsa, um hin 19 ára gamli framvegis noktar seg sekan, og tey vilja heldur ikki upplýsa, um nýggir upplýsingar eru.

Løgreglan heldur, at Cai Lennart Henriksen er dripin í tíðini millum klokkan 00.07 og 03.11 náttina til sunnudagin 28. mai.

Eftir drápið, brendu húsini í grund, og tá doyði eisini sambúgvin, Else Nielsen.

Sum skilst, er hin 19 ára gamli skuldsettur fyri at vera orsøkin til deyðan hjá teimum báðum, men higartil er einki sagt um, hvat motivið aftan fyri hesa vanlagnu er.

Tað er heimasíðan - www.jv.dk - sum ber hesi tíðindi í dag.