Blíður leiðari

Genturnar á norðurkoreanska U20-landsliðnum í fótbólti vunnu fyri stuttum heimsmeistaraheitið við at vinna finaludystin 5-0 ímóti grannunum úr Kina. Úrslitið kom óvart á fleiri, men í heimlandinum verða genturnar umrøddar sum tjóðarhetjur, og tær hava sanniliga eisini fingið samsýning fyri stríðið.

-Landsins leiðari, Kim Jong-il, hevur stóra virðing fyri teimum ungu kvinnunum, og hann hevur nú givið teimum hvør sín marglætisbil og hvør sína íbúð í samsýning, skrivar almenna tíðindastovan KCNA.

Norðurkoreansku fjølmiðlarnir siga, at tað er Kim Jong-il fyri at takka, at Norðurkorea vann kappingina. Hansara handalag at stýra landinum gav kvinnunum mót, so tær kundu vinna ein hugsjónarligan sigur, siga fjølmiðlarnir.