Hósdagurin er halgidagur ella rættari sagt syrgidagur hjá heimsins shiamuslimum og verður hildin til minnis um Hussein, ið var abbasonur Muhammed profet, og sum leið pínslarváttardeyðan. Hendan dagin savnast shiamuslimar í milliónatali, og sum siður er pína teir seg sjálvar við at skera seg og at sláa seg.
Men í ár er vandi fyri, at tær umstríddu tekningarnar av Muhammed profeti kunnu fara at seta sín dám á dagin. Norski miðeysturserfrøðingurin Kari Voigt sigur við NRK, at sterkar kenslur eru knýttar at degnum, og tí er vandi fyri, at dagurin kann enda við ófriði í ár.
Tað sama sigur Jørgen Bæk Simonsen, ið er miðeysturserfrøðingur á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hann heldur tað vera rættiliga sannlíkt, at tekningarnar fara at ávirka dagin, og hann stúrir serliga fyri, hvat kann henda í Teheran.
Myndugleikarnir í fleiri muslimskum londum eru eisini á varðhaldi. Í Pakistan eru serlig trygdartiltøk sett í verk í 22 býum, og í Irak er trygdartiltøkini serliga strong í býunum Bagdad og Katbala. Fyri tveimum árum endaði ahura íófriði har, og tá lógu 170 fólk eftirá. Í fjør kostaði halgidagurin 44 mannalív.
Danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, segði fyrrakvøldið, at hann stúrdi fyri shiamuslimska halgidegnum.
-Tað verður tann stóra royndin, segði hann.